HUGLEIÐING | Eli Lassen
Updated: Sep 13, 2021
"Ein valsignaður dagur á Vágsfirði"
Á Toftini sat Ólavur Dahl, sum um fáar dagar rundar tey 80. Fyrsta túrin je mynstraði við Polarborg II, 9. jan í 81’, var Ólavur við. So tað eru gott 40 ár síðan, men hann hevði onkra góða at fortelja, sum altíð. Restin av manningini á Gjágvarabátinum, ið varð bygdur í 1870, var ungdómur sum kláraði seg fínt. Hetta er mentan, sum vil nakað.
Á myndunum sæst eisini báturin Beinisvørð (Hvítur bátur). Hetta er ein bjargingarbátur, sum bjargaði einari manning einaferð. Ein maður vildi hava eina linoliumsrullu við í bjargingarbátin, hann hevði keypt rulluna uttanlanda áðrenn teir blivu bumbaðir. Menninir søgdu við hann, hetta riggar ikki, báturin verður ov tungur. So letur í manninum, tað kann vera líka mykið, je verði dripin allíkavæl. Skotin niður ella dripin av konuni.
Ja so ymiskt kann tað vera.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Eli Lassen, stjóri á ASB Atlantic Supply Base
Comments