top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

HIDDENFJORD | Eitt ár síðani Hiddenfjord gavst at flúgva laks: CO2-útlátið minkað 94%

10. oktober 2020 gavst Hiddenfjord við øllum loftvegis flutningi av laksi út á altjóða marknaðin. Úrslitið er, at CO2-útlatíð fyri langvegis flutning er minkað við heili 94%, sum svarar til umleið 40.000 tons av CO2 eindum

(Atli Gregersen, stjóri á Hiddenfjord: – Vit hava eina skyldu at framleiða besta laksin í heiminum á ein so burðardyggan hátt sum gjørligt, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord)


Hiddenfjord er fyrsti laksaalari í heiminum, sum er givin at flúgva laks. – Vit hava eina skyldu at framleiða besta laksin í heiminum á ein so burðardyggan hátt sum gjørligt, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.

– Flúgving av mati viðførir púra óneyðugt CO2-útlát.

(Lýsingarfilmur hjá Hiddenfjord)

Ein stórur partur av aldum laksi verður fluttur flogvegis. Útlát frá flogfrakt er ein týðandi partur av samlaða CO2-útlátinum í heiminum. Ein kanning, sum norska kanningarstovan SINTEF gjørdi í 2020, vísur, at flogfrakt elvir til umleið fimmti ferðir meira CO2 samanborið við frakt, ið verður flutt sjóvegis. At flyta laks sjóvegis og samstundis varðveita góðskuna á laksinum hevur ikki verið ein løtt uppgáva. Hetta hevur kravt nógvar royndir, nýhugsandi loysnir og eina serliga tøkuskipan, ið tryggjar, at góðskan á laksinum er í hásæti. – Í fyrstani hildu keyparar uttanlands at vit vóru ør at taka eina slíka avgerð, sigur Óli Hansen, sølustjóri í Hiddenfjord.

– Men við tíðini hava vit prógvað, millum annað við smakkiroyndum, ið ein óheft kanningarstova hevur gjørt, at okkara laksur, ið verður fluttur sjóvegis, er minst líka góður sum laksur, sum verður flogin, og harumframt heldur hann sær longri. HER sæst ein filmur, ið er framleiddur í sambandi við dagin, har Hiddenfjord eggjar øðrum í matvøruvinnuni at taka stig til at minka um síni CO2-útlát.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Portal.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page