HAVSTOVAN | Vitjan úr Íslandi
Stovnarnir hava líknandi avbjóðingar og kunnu læra hvør av øðrum.
Í síðstu viku fekk Havstovan vitjan av systurstovninum í Íslandi – Hafrannsóknastofnun (HAFRÓ).
Endamálið við vitjanini í Føroyum var at kunna seg um ymiska gransking í havumhvørvi.
Við á ferðini vóru bæði havfrøðingar og fiskifrøðingar. Íslendsku granskararnir vitjaðu eisini aðrar stovnar í Føroyum, m.a. Firum.
Havstovan var sera fegin um møguleikan at taka ímóti hesum gestum, tí Havstovan og HAFRÓ samstarva í fleiri ymiskum høpum, alt frá stovnsmetingararbeiði til gransking av havstreymum og hava stovnarnir nógv til felags.
Stovnarnir hava eisini líknandi avbjóðingar og kunnu læra hvør av øðrum.
Tískil var semja um, at styrkja sambandið við eitt nú at skipa fyri regluligum netfundum og vitjanum.
(Mynd: Havstovan.fo)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Havstovan
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
コメント