HAVSTOVAN | Havstovan og Vinnuháskúlin í samstarvi 🤝🏻
Avtala er nú gjørd millum Havstovuna og Vinnuháskúlan um, at nýggja og framkomna havrannsóknarskipið “Jákup Sverri” fer at vera starvsvenjingarstað hjá aspirantum á Vinnuháskúlanum.
(Mynd 📸 Frá vinstru: Annfinn Hjelm, Havstovan, og Símun Poulsen, Vinnuháskúlin)
“Áður hevur Vinnuháskúlin góðkent m.a. Smyril Line, Skansi Offshore, Thor Offshore og Bakkafrost sum útbúgvingarstøð fyri aspirantar, og við avtaluni við Havstovuna legst ein møguleiki aftrat hjá aspirantlesandi at fáa dygdargóða siglingstíð við skipum í serflokki”, sigur Símun Poulsen, stjóri á Vinnuháskúlanum. Aspirantkunngerðin bleiv lýst í 2015, og gevur hon teim lesandi á Vinnuháskúlanum millum annað møguleika at fáa siglingstíð til fyrsta vinnubrævið undir lesnaðinum, eins og kent er úr útlondum.
“Havstovan vil við hesum fegin vera við til at leggja fleiri lunnar undir møguleikarnar hjá aspirantum”, sigur Annfinn Hjelm, reiðari á Jákup Sverra og leggur afturat, “at tað er sjálvsagt at gagnnýta framkomna skipið til at geva aftur til føroyska samfelagið og á hendan hátt at viðvirka til at fáa enn fleiri vælútbúgvin fólk at søkja sjógvin”.
Havrannsóknarskipið Jákup Sverri siglir eftir fastlagdari ætlan fyri eitt ár í senn. Fyribils er ætlanin at hava ein brúgvaaspirant knýttan at skipinum í senn.
Trýst á knøttin til høgru og melda teg til okkara tíðindabræv á forsíðuni
Kelda: Havstovan
Opmerkingen