HAVSTOVAN | Marita Rasmussen stjóri á Havstovuni
Seinastu 14 árini hevur hon verið stjóri í Vinnuhúsinum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur sett Maritu Rasmussen í starvið sum stjóri á Havstovuni.

(Marita Rasmussen. Mynd 📸 KVF)
Marita Rasmussen er 54 ára gomul. Hon er útbúgvin fiskivinnukandidatur á lærda háskúlanum í Tromsø og master í leiðslu á Robert Gordon University í Aberdeen. Seinastu 14 árini hevur Marita starvast sum stjóri í Vinnuhúsinum. Frammanundan starvaðist hon starvast í føroysku fiski- og alivinnunai Marita hevur javnan luttikið og virkað innan føroyska granskingar- og menningarøkið.
Marita Rasmussen byrjar í starvinum sum stjóri á Havstovuni eftir nærri avtalu við arbeiðsgevaran.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comentários