HAVSTOVAN | Magnus Heinason sett kós móti Kroatia 🚢
Skipið, sum skal sigla við ferðafólki í Adriahavi, eitur nú Mito. Herfyri gjørdi Havstovan avtalu um sølu av gamla havrannsóknarskipinum, Magnus heinason til eitt felag í Kroatia. Søluprísurin var 1,1 milliónir krónur.

Magnus Heinason/Mito á seinastu ferð út um Borðuna á veg til Split í Kroatia
(Mynd 📸 Sverri Egholm)
Í Kroatia skal Magnus Heinason umbyggjast, og fer, tá umbyggingin er liðug, at sigla dagstúrar við ferðafólki í Adriahavinum. Magnus hevur fingið nýtt navn, og eitur nú Mito.
Í síðstu viku fingu nýggju eigararnir frálæru í hvussu ymisku tólini umborð verða brúkt, og í morgun legði Mito fyri síðstu ferð frá landi í Føroyum við kós móti Split í Kroatia, skrivar Havstovan á heimasíðuni.

(Mynd 📸 Erling í Liða, Skipalistin)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Portal og Havstovan
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments