HAVSTOVAN | Fiskivinnustevnan 2022:"Framtíðar føroysk fiskivinna: Møguleikar og avbjóðingar"
Havstovan hevur tikið stig til at skipa fyri ráðstevnu tann 31. januar 2022 á Hotel Føroyum, Tórshavn.
“Framtíðar føroysk fiskivinna: Møguleikar og avbjóðingar” er evnið, sum verður lýst og greinað frá vinnuligum og fakligum vinklum. Sjóneykan verður sett á fiskidagarnar eftir botnfiski, og um hvussu treytirnar í føroysku fiskivinnuni eru broyttar seinastu árini. Millum annað fer Jan Arge Jacobsen á Havstovuni at greiða frá um støðuna, útlitini og umsitingina av sild, makreli og svartkjafti. Eisini kemur Durita í Grótnum at greiða frá góðkenningum av toski, hýsu, upsa longu og brosmu undir Føroyum. Endamálið við Fiskivinnustevnuni 2022 er at savna eitt breitt umboð frá vinnuni, fakliga umhvørvið umframt politisku skipanina, til at samskifta um framtíðar føroysku fiskivinnuna. Eisini verður spurningurin um heimsmálini hjá ST viðgjørdur, hvussu hesi ávirka okkara fiskiskap, soleiðis at hann kann gerast meira burðardyggur.
👉🏻 Til tilmeldingarsíðuna, ella les meira um tiltakið her
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Havstovan og Advent Management
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments