HAVSTOVAN | Fiskivinnuráðstevnan 2021
Havstovan hevur tikið stig til at skipa fyri ráðstevnu tann 17. november í Kongshøll í Tórshavn.
(Kongshøll verður karmur fyri Fiskivinnuráðstevnuni 2021)
“Framtíðar føroysk fiskivinna: Møguleikar og avbjóðingar” er evnið, sum verður lýst og greinað frá vinnuligum og fakligum vinklum. Sjóneykan verður sett á, hvussu treytirnar í føroysku fiskivinnuni eru broyttar seinastu árini, og hvussu føroysk fiskivinna og umsiting lagar seg til broytingarnar.
Føroyska fiskivinnan hevur í nógv ár gjørt eitt miðvíst arbeiði við at skjalfesta føroyska fiskiveiðu sum burðardygga. Eitt nú hevur hetta verið gjørt eftir standardinum hjá Marine Stewardship Council (MSC). MSC rekur eina altjóða skipan við góðkenningum, hvørs endamál er at fremja burðardyggan og ábyrgdarfullan fiskiskap. Seinnu árini er burðardygd fari at fylla meira og meira í raðfestingunum hjá brúkarum og stóru handilsketunum á okkara útflutningsmarknaðum, tí hevur arbeiðið við burðardygd eisini borið ávøkst. Í ár hevur føroyska fiskivinnan tikið enn eitt stig á burðardyggu leiðini og stovna felag til at røkja hesi áhugamálini og fremja hetta týdningarmikla virksemi. Fiskiveiðan eftir fleiri av fiskasløgunum er longu góðkend av MSC, meðan arbeitt verður við at fáa fiskiveiðuna eftir enn fleiri fiskasløgum góðkenda.
Umstingarliga ásetir landsstýrismaðurin fiskidagarnar eftir botnfiski við kunngerð, sum tekur støði í umsitingarætlan.
Endamálið við Fiskivinnustevnuni 2021 er at savna eitt breitt umboð frá vinnuni, fakligaumhvørvið umframt politisku skipanina, til at samskifta um framtíðar føroysku fiskivinnuna. Ein nátúrligur partur av hesum er at umrøða, hvussu heimsmálini hjá ST um ein burðardyggan heim í 2030 ávirkar fiskiskap okkara framyvir.
Skráin er um taka skap, og dagføringarnar í skránni og kunning er at finna á:
Eru spurningar viðvíkjandi ráðstevnuni, ber til at seta seg í samband við samskiparan av tiltakinum Advent Management við Ólavi í Geil, tlf. 289796, ella Eilif Gaard, stjóra á Havstovuni, tlf. 221511.
Trýst niðanfyri og sí fyribils skrá til FVS Fiskivinnustevnuna 2021
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Havstovan
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments