HAGSTOVA FØROYA | Útflutningsvirðið í ár táttar í sjey milliardir 📈
Updated: Jul 15, 2022
Alt bendir á, at útflutningurin fer at seta met í ár. Føroyar hava útflutt fyri meira enn 6,8 mia krónur fyrstu níggju mánaðirnar í ár. Tað skrivar Hagstovan.
(Mynd 📸 KVF)
Hetta eru knappar 500 mió. kr. fleiri enn fyrstu níggju mánaðirnir í fjør, og 100 mió. kr. fleiri enn 2019, sum var tað árið, tá vit høvdu mestan útflutning. Sostatt er líkt til, at útflutningurin fer at seta met í ár.
Laksurin hevur størsta vøksturin
Størsti vøksturin er í laksaútflutninginum. Har er útflutningsvirðið vaksið 22 prosent samanborið í fjør. Laksaútflutningurin vaks 541 mió. kr., upp í góðar tríggjar milliardir kr.
Tilsamans er fiskavøruútflutningurin vaksin 10 prosent seinasta árið, og er góðar 6,3 mia krónur.
Útflutningsvirðið á øðrum vørum enn fiskavørum er vaksið 19 prosent, upp í góðar 400 mió. krónur, so samlaða útflutningsvirðið í ár er seks milliardir og 845 mió. kr.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF og Hagstova Føroya
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments