HAGSTOVA FØROYA | Fiskavøruútflutningurin minkaður 167 milliónir krónur
Samlaði útflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá apríl 2023 til mars 2024 var 12,5 milliardir krónur. Tað eru 552 milliónir krónur minni enn undanfarna skeið.
Útflutningurin í mars er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið apríl 2023 til mars 2024 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.
Fiskavøruútflutningurin er minkaður 167 milliónir krónur, ella 1 prosent. Minkingin stavar serstakliga frá minking í útflutninginum av makreli, ið er minkaður við 347 milliónum krónum, ella 27 prosentum.
Útflutningurin av laksi stendur nøkulunda í stað. Virðið er vaksið við tveimum prosentum og nøgdin er minkað við einum prosenti.
Bæði útflutningsvirði og -nøgd av sild er farið upp. Útflutningsvirðið er vaksið við 6 milliónum krónum, meðan nøgdin er vaksin góð 7 túsund tons, ella 12 prosent.
Vørur sum toga útflutningin uppeftir eru fiskamjøl, lýsi og vørur ikki til mannaføði - eitt nú slógv. Her er vøksturin 598 milliónir krónur.
Talvan niðanfyri vísir útflutningin skiftan á ISSCFC fiskavørur. Tað hevur seinastu árini verið ein vøkstur í útflutninginum av fiskamjøli, fóðuri og lýsi.
(Myndir og grafar 📸 📈 Hagstova Føroya)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Hagstova Føroya
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #HagstovaFøroya #Hagtøl #Útflutningur
Fylg LinkedIn #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #HagstovaFøroya #Hagtøl #Útflutningur
Comments