HAGSTOVA FØROYA | Útfluttu fyri 10,4 milliardir kr. av fiskavørum 📈
Updated: Jul 15, 2022
Útflutningurin vaks 3 milliardir krónur 12-mánaðarskeiðið frá juni 2021 til mai 2022 samanborið við undanfarna skeið.

(Mynd 📸 Hagstova Føroya)
Útflutningurin í mai er nú gjørdur upp. Í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.
Tað er útflutt meiri í flestøllum vørubólkum.
Laksaútflutningurin vaks hálvaaðru milliard krónur ella 43%, hóast nøgdin einans vaks 19%. Fyri fyrstu ferð er útflutt fyri meira enn 5 milliardir krónur av laksi í eitt ár.
Útflutningurin av makreli er vaksin 617 milliónir krónur ella 94%.


Útflutningurin til Russlands er komin niður á 13 milliónir krónur í mai 2022. Hetta er søla av brennievni og øðrum til russisk skip.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Hagstova Føroya
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments