HAGSTOVA FØROYA | Útflutningurin heldur fram at vaksa 📈
Updated: Mar 22, 2022
Útflutningurin av fiskavørum vaks tvær milliardir krónur seinasta 12-mánaðarskeið (frá februar 2021 til januar 2022) samanborið við undanfarna skeið.

(Mynd 📸 Hagstova Føroya)
Útflutningurin í januar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið. Vøksturin stavar í størsta mun frá størri útflutningi av laksi. Nøgdin er vaksin 40% og virðið 45%.
Útflutningsvirðið av makrel og sild er vaksið ávikavist 202 og 142 milliónir krónur og útflutta nøgdin av svartkjafti er farin niður í helvt.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Hagstova Føroya
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments