HAGSTOVA FØROYA | Útflutningurin av fiskavørum vaksin 29% higartil í ár 📈
Fyrstu sjey mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 6,1 milliardir krónur. Tað eru 1,4 milliardir krónur meira enn sama tíðarskeið í fjør.
(Mynd 📸 Hagstova Føroya)
Útflutningurin fyrstu sjey mánaðirnar er gjørdur upp, og samlað er útflutt fyri 6,7 milliardir krónur. Hetta eru 1,6 milliardir krónur, ella 32%, meira enn sama tíðarskeið í fjør.
Útflutningurin av makreli er vaksin nógv í tíðarskeiðnum, tí makrelkvotan varð fiskað seinni í fjør, enn vanligt er.
Laksaútflutningurin heldur fram at vaksa. Hetta tíðarskeið er útflutt fyri 3 milliardir krónur. Virðið er hækkað 707 milliónur krónur ella 30%. Prísurin er góður, tí nøgdin er minkað við 5 túsund tonsum ella 12%.
Gongdin er góð fyri tosk og hýsu. Útflutningsvirðið er hækkað 214 milliónir krónur, ella 42%, fyri tosk og 60 milliónir krónur, ella 63%, fyri hýsu. Nøgdirnar av toski og hýsu eru vaksnar ávikavist 15% og 14%.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Hagstova Føroya
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments