HAGSTOVA FØROYA | Útflutningurin av fiskavørum fyrra hálvár er 5,3 milliardir krónur📈
Fyrra hálvár í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 5,3 milliardir krónur. Tað eru 1,3 milliardir krónur meira enn fyrra hálvár í fjør.
Útflutningurin fyrra hálvár er gjørdur upp, og samlað er útflutt fyri 5,6 milliardir krónur. Hetta eru 1,4 milliardir krónur meira enn fyrra hálvár í fjør.
Útflutningurin av makreli er vaksin nógv fyrra hálvár. Vøksturin er 257 milliónur krónur ella 251%. Hetta kemst av, at makrelkvotan varð fiskað seinni í fjør, enn vanligt er.
Laksaútflutningurin er vaksin nógv, og har er útflutt fyri 2,6 milliardir krónur fyrra hálvár. Virðið er hækkað 565 milliónur krónur ella 28%. Prísurin er góður, tí nøgdin er minkað við 6 túsund tonsum ella 16%.
Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløguni tosk, upsa og hýsu er vaksin nógv. Mest fyri hýsu, 71%, og minst fyri upsa, har vøksturin er 38%.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Hagstova Føroya
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments