top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

HAGSTOVA FØROYA | Útflutningurin av fiskamjøli og líknandi vørum nógv vaksin

Fyrra hálvár í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 5,7 milliardir krónur. Tað eru 356 milliónir krónur meira enn fyrra hálvár í fjør.


Útflutningurin fyrra hálvár er gjørdur upp, og samlað er útflutt fyri 6,2 milliardir krónur. Hetta eru 321 milliónir krónur meira enn fyrra hálvár í fjør.

Størsti vøksturin sæst í bólkinum "Annar fiskur". Hesin bólkur fevnir um øll fiskasløg ikki nevnd í talvuni niðanfyri. Meginparturin av bólkinum er mjøl, fóður og líknandi fiskavørur. Tilsamans er útflutningurin av fiskavørum sum fiskamjøl, fóður, lýsi og líknandi vaksin 520 milliónir krónur frá fyrra hálvári 2022 til fyrra hálvár 2023. Hetta svarar til umleið 48 prosent vøkstur.

Útflutningurin av makreli er vaksin nakað fyrra hálvár. Vøksturin er 60 milliónir krónur ella 17 prosent.

Virðið av laksaútflutninginum er minkað 156 milliónir krónur, ella 6 prosent. Nøgdin er minkað 4.782 tons, ella 15 prosent. Prísurin hevur verið góður, men seinastu mánaðirnar er laksaprísurin lækkaður.

Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu er minkað 367 milliónir krónur, ella ávikavist 23 prosent, 2 prosent og 17 prosent. Við at samanbera virði og nøgd sæst, at prísurin á toski er á sama støði sum í 2022, meðan prísurin á upsa er farin upp, og prísurin á hýsu er lækkaður.

(Myndir og grafar 📸 📈 Hagstova Føroya)


Sí fleiri grafar HER og HER

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Hagstova Føroya

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

コメント


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page