HAGSTOVA FØROYA | Stórur vøkstur í innflutninginum 📈
Fyrstu 10 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 7,6 milliardir krónur. Hetta er tað mesta nakrantíð. Tað skrivar Hagstova Føroya.
(Mynd 📸 Hagstova Føroya)
Innflutningurin til og við oktober er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 7,6 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 14,4% í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 15,9%.
Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast eitt sindur minni er innflutt, so hava vit brúkt 43% meiri upp á brennievni higartil í ár samanborið við í fjør.
Somuleiðis er stórur vøkstur í bólkunum 'maskinur og onnur útgerð' til vinnuna og 'rávøra til fiskavirking' har vøksturin er ávikavist 40% og 42%.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Hagstova Føroya
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments