HAGSTOVA FØROYA | Innflutt fyri 6,9 milliardir krónur fyrstu sjey mánaðirnar
Fyrstu sjey mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 6,9 milliardir krónur, sum eru 1,9 milliardir meira enn sama tíðarskeið í fjør.
(Mynd📸 Hagstova Føroya)
Innflutningurin fyrstu sjey mánaðirnar er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 6,9 milliardir krónur. Hetta er 39% meira enn sama tíðarskeið í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 29%.
Um vit ikki rokna skip og flogfør við, er størsti vøksturin í bólkinum brennievni, har innflutt er fyri 681 milliónir krónur meira. Sostatt er innflutningsvirðið av brennievni meira enn tvífaldað.
Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av rávørum til fiskavirking, har vøksturin er 132 milliónir krónur, ella 48,5%.
Somuleiðis hevur vinnan innflutt meira til hav- og landbúnað og til aðra framleiðslu. Her er vøksturin ávikavist 33,7% og 34,7%.
Innflutningurin frá Russlandi liggur um 10 milliónur krónur í miðal um mánaðin. Tað mesta sum verður innflutt er fóður til hav- og landbúnað og rávøra til aðra framleiðslu. Í juli 2022 varð innflutt fyri 735 túsund krónur.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Hagstova Føroya
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Kommentare