HAGSTOVA FØROYA | Innflutningurin vaksin 3,2 milliardir krónur
Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá februar 2022 til januar 2023 var 12,6 milliardir krónur. Tað eru 3,2 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið.
(Mynd 📸 Hagstova Føroya)
Innflutningurin í januar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12-mánaðarskeiðið frá februar 2022 til januar 2023 samanborið við undanfarna skeið. Stóri vøksturin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá innflutningi av skipum og flogførum, ið vaks 1,4 milliardir krónur. Innflutningurin av brennievni er vaksin 938 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá prísvøkstri. Prísirnir vóru hægst summarið 2022, tá innflutningsprísurin av brenniolju var hægri enn 8 krónur fyri liturin. Nú er prísurin umleið 7 krónur. Innflutningurin 'til hav- og landbúnað' er vaksin 282 milliónir krónur ella 45,4 prosent. Hetta er fyri tað mesta alifóður. Hækkingin í innflutningurin 'til aðra framleiðslur', stavar fyri ein part frá vaksandi innflutningi av heilivági.
Sí fleiri grafar á heimasíðuni hjá Hagstovu Føroya
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Hagstova Føroya
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Commentaires