HAGSTOVA FØROYA | Innflutningurin minkaður 982 milliónir krónur
Innflutt varð fyri 5,9 milliardir krónur fyrstu sjey mánaðirnar av 2024. Tað er góð 14 prosent ella 981,7 milliónir krónur minni enn sama tíðarskeið í 2023.
Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 667,7 milliónum krónum, ella 31,5 prosentum. Hetta er fyri tað mesta skip.
Um hugt verður eftir, hvussu innflutningurin er skiftur á nýtsluendamál sæst, at innflutningurin til endaliga nýtslu er minkaður 283 milliónir krónur, ella sløk 10 prosent.
Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 150 milliónir krónur, ella sløk 6 prosent. Minkingin er størst av byggitilfari, men har er eisini minking í innflutningi av flutningstólum og tilfari til alivinnuna.
Fyri fastar bruttoíløgur stavar minkingin serliga frá, at færri skip eru innflutt í tíðarskeiðnum.
(Myndir og grafar 📸 Hagstova Føroya)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Hagstova Føroya
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments