HAGSTOVA FØROYA | Innflutningsvirðið, uttan skip og flogfør, minkað við 484 milliónum krónum
Updated: Dec 22, 2023
Oljuprísurin er lækkaður seinasta hálva árið, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum.
(Mynd 📸 Hagstova Føroya)
Innflutningsvirðið av brennievni var 1.405,1 milliónir krónur fyrstu níggju mánaðirnar av 2023. Hetta er 301,4 milliónir krónur, ella 17,7 prosent, lægri enn sama tíðarskeið í 2022.
Størsti vøksturin er í bólkinum "rávøra til fiskavirking" (fyri tað mesta feskur toskur og makrelur). Har er innflutt fyri 153,2 milliónir krónur meira, sum er 26,8 prosent vøkstur.
Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnaðin (fyri tað mesta alifóður). Innflutningsvirðið er vaksið 148 milliónir krónur, ella 25 prosent.
Innflutningurin av vørum til Føroya stavar frá londum nær og fjar. Millum annað vísa hesi tølini, at vit flyta inn nakað av klædnavørum frá oynni Tuvalu í Stillahavinum og suðuramerikanska landinum Bolivia, og at helmingurin av mat- og drykkjuvørunum stavar frá Norðurlondum.
(Myndir og grafar 📸 Hagstova Føroya)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Hagstova Føroya
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments