HAGSTOVA FØROYA | Innflutningsvirðið, uttan skip og flogfør, minkað við 457 milliónum krónum
Fyrstu ellivu mánaðirnar í 2023 varð innflutt fyri 10,9 milliardir krónur. Hetta er fýra prosent minni enn sama tíðarskeið í fjør.
(Mynd 📸 Hagstova Føroya)
Innflutningurin fyri fyrstu ellivu mánaðirnar av 2023 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 10,9 milliardir krónur. Hetta er fýra prosent minni enn sama tíðarskeið í 2022. Størstu íkastini til minkingina koma frá minkandi innflutningsvirði av brennievni og tilfar "til aðra framleiðslu".
Oljuprísurin er lægri nú enn fyri einum ári síðani, hóast prísurin á gassolju er eitt vet hægri nú enn í summar. Innflutningsvirðið av brennievni var 1.655,2 milliónir krónur fyrstu ellivu mánaðirnar av 2023. Hetta er 463,6 milliónir krónur, ella 21,9 prosent, lægri enn sama tíðarskeið í 2022.
Størsti vøksturin er í bólkinum "rávøra til fiskavirking" (fyri tað mesta feskur fiskur og ídnaðarfiskur). Har er innflutt fyri 174,5 milliónir krónur meira, sum er 26,2 prosent vøkstur.
Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnaðin (fyri tað mesta alifóður). Innflutningsvirðið er vaksið 140,2 milliónir krónur, ella 17,9 prosent.
(Myndir og grafar 📸 Hagstova Føroya)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Hagstova Føroya
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
:)