HAGSTOVA FØROYA | Innflutningsvirðið minkað við 586 milliónum krónum
Fyrstu 8 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 7,8 milliardir krónur.

Innflutningurin fyri fyrstu átta mánaðirnar av 2023 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 7,8 milliardir krónur. Hetta er sjey prosent minni enn sama tíðarskeið í 2022. Størstu íkastini til minkingina koma frá minkandi innflutningsvirði av brennievni og skipum og flogførum.
Oljuprísurin er lækkaður seinasta hálva árið, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Innflutningsvirðið av brennievni var 1.228,6 milliónir krónur fyrstu átta mánaðirnar av 2023. Hetta er 344 milliónir krónur, ella 21,9 prosent, lægri enn sama tíðarskeið í 2022.
Størsti vøksturin er í bólkinum "rávøra til fiskavirking" (fyri tað mesta feskur toskur og makrelur). Har er innflutt fyri 192,2 milliónir krónur meira, sum er 38,3 prosent vøkstur.
Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnaðin (fyri tað mesta alifóður). Innflutningsvirðið er vaksið 106,4 milliónir krónur, ella 20,8 prosent.
(Myndir og grafar 📸 Hagstova Føroya)
Sì fleiri grafar HER
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Hagstova Føroya
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Kommentare