GRØN ORKA | Donsk Reiðaravirkir ynskja veruligar grønar broytingar
Man eigur at hyggja eftir tí samlaðu veðurlagstrýstmyndini heilt frá framleiðslu til forbrenning, tá ið reguleringin av nýggjum grønum brennievnum til skip skal avgreiðast í kvotuhandilsskipanini hjá ES. Tað heldur Danske Rederier, sum saman við fleiri feløgum hevur skrivað eitt opið bræv.
(Mynd 📸 Danish Shipping)
ES er við at leggja síðstu hond á regluverkið, í samband við at skipaferðslan skal inkluderast í ETS-skipanini. Men neyðugt er at taka ta samlaðu veðurlagstrýstmyndina frá framleiðslu til forbrenning frá grønum brennievnum, um eftirlitið skal skumpa skipaferðsluna á ta grønastu leiðina, halda donsk reiðaravirkir.
"Fyri okkum hevur tað týdning, at tað eftirlitið, ið sett verður í verk, er heilt grønt. Tað verður tað einans, um man metir brennievnir út frá veðurlagstyngdini í allari lívsringrásini.
Tað vil siga, frá útvinningi til reinsing og endaliga brenning í motorinum í skipinum," sigur Maria Skipper Schwenn, stjóri fyri klima, miljø og sikkerhed í Danske Rederier.
Trupulleikin blívur týðiligari hyggur mann eftir framtíðar brennievnum, so sum methanol og ammoniak. Um ikki ringrásin er íroknað, vil ETS ikki gera mun á, um methanol er framleitt sum reint e-fuel (e-menthanol) ella lívrunnum grundarligi, tvs. grønt mótvegis svørtum methanol. Bæði útláta CO2 við forbrenning, men e-methanol endurnýtur CO2 í framleiðsluni av nýggjum e-methanoli. Tí hevur e-methanol einki veðurlagsútlát í í lívsringrásina tilgongdini. Eisini eru grønu brennievnini munandi dýrari, og uttan LCA vil ETS frámæla íløgur í grøn brennievni.
"Vit snýta fyrst og fremst veðurlagið, um vit løna nøkrum, sum í veruleikanum ikki er grønt. Eingin hevur áhuga í tí. Vit eru í gongd við eina ómetaliga stóra umlegging innanfyri skipaflotan, har mann skal siglað við nýggjum brennievnum so sum methanol. Spurningurin er bara um tað er framleitt grønt ella svar - bæði í mun til veðurlag og prís. Tí royna vit enn einaferð at vísa teimum, ið taka avgerðirnar, á, at rætta tilgongdin er at síggja lívsringrásina fyri brennievni", sigur Maria Skipper Schwenn.
Tey ið hava skrivað almenna brævið, sum er sent til umboðini í ES tinginum, ES ráðnum og ES-kommissjónini, er Methanol Institute, World Shipping Council, Swedish Shipowners’ Association, Royal Association of Netherlands Shipowners, og the Renewable Hydrogen Coalition.
Les alt brævið her:
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Danishshipping.dk
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments