top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

GREIN | Trygd á sjónum 🚢🦺🛶

10 av 14 deyðum frítíðarsiglarum (fyrsta hálvár 2021) nýttu ikki bjargingarvest



Tað sigur Eigil Andersen frá Redningsselskapet í Noreg. Í miðal eru í dag nógv færri vanlukkur enn fyri nøkrum árum síðan. Í dag er liggur miðal deyðstalið fyri frítíðarsiglarar 20, ímeðan fyri fáum árum síðani var talið 30. Tey flestu teirra vóru menn eldri enn 50 ár.


Færri og færri vanlukkur henda eisini í Føroyum, og tað er gleðiligt. Tað viðgera Annfinnur Garðalíð og Jonhard Danielsen í seinasta kjakinum á Blue Faroe Islands. Teir báðir kjakast um trygd á sjónum, við serligum atliti til smábátar.


Teir báðir vilja verða við, at trygdin er á góðum støði, men eigur at strammast enn meira. Júst hvussu vóru teir ikki heilt samdir um. Jonhard helt fyri at bjargingarbátar eiga at verða í øllum bátum, Annfinnur var ikki ósamdur í hesum, men ynskir somuleiðis at AIS skipanir skulu verða umborð á øllum smábátum.


Ein orsøk til deyðsføllini í Noreg kann verða, at fleiri stuttleikabátar eru at síggja á norsku vøtnunum, men ein beinleiðis orsøk er uttan iva, at fólk ikki nýta bjargingarvestar, sigur Eigil Andersen.

Kjakið við Jonhardi og Annfinni kann síggjast við at trýsta her

Greinin um norsku støðuna kann lesast, við at trýsta her


Bjargingarvestar og onnur trygdarútgerð kunnu keypast hjá Gummibátatænastuni - www.gbt.fo og hjá Care on Sea - www.careonsea.fo

 

Trýst á knøttin til høgru og melda teg til okkara tíðindabræv á forsíðuni


Kelda: BLUE FAROE ISLANDS og NRK.no

Logo
Logo
Logo


0 comments

Comentarios


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page