top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

GRÁASTEIN sp/f | Kenslan góð at koma í gongd

Tað sigur Birgir Lützen úr Havn. Hann hevur fingið tillutað kvotu úr Fiskimálaráðnum, og hevur keypt skip úr Noreg, sum kemur til Føroya um nakrar dagar.

(Mynd 📸 Shipspotting.com)


- Vit hava keypt norska uppsjóvarskipið Havfisk. Skipið er klassað, og í sera góðum standi, sigur Birgir Lützen, sum er reiðari í nýggja felagnum Gráasteini, sum hevur keypt skipið til Føroya.


Havfisk er júst á veg inn við 1200 tonsum av sild, og síðani fara menn frá reiðarínum yvir til Norra, og umborð.


- Skipið hevur bert havt ein eigara, og er sum sagt í ótrúliga góðum standi, og fiskar væl. So kenslan hjá okkum er góð, nú vit fara í gongd við at dríva okkara egna, sigur reiðarin við Portalin.


Talan er um kvotur um ítøkuligt skipakeyp, sum er grundarlagið hjá felagnum hjá Birgir Lützen. Skipið, sum verður skrásett í Tórshavn, fer at fáa navnið Birita, sum er navnið á yngstu dóttrini hjá Birgir og konuni, og fær kenningarnummarið TN 132, sum er kenningarnummarið hjá fyrrverandi Nornagesti, sum abbi Birgir átti.


- Um abbi livdi, so hevði eg ivaleyst kallað skipið Nornagestur, men eg vil heldur uppkalla dótttur mína enn einum skipið, sum abbi mín, sum er farin herfrá, hevur átt, sigur Birgir Lützen.


Birgir sigur, at tað verða Tórfinn Debes Davidsen, og bróðurin Sámal Davidsen, sum koma at føra Biritu, og at farið verður til fiskiskap so skjótt øll loyvini eru komin uppá pláss.


Birita er bygt í 2000, er 60 metrar langt og 13 metrar breitt. Skipið lastar umleið 2000 tons av svartkjafti, men tá ið talan verður um sild og makrel, so fer skipið at lasta umleið 1600 tons umframt køling.

(Mynd 📸 KVF)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Portal.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page