GRÁASTEIN | Birita komin í flotan 🚢
Smápartafelagið Gráastein í Havn hevur keypt norska skipið Havfisk, sum hevur fingið uppsjóvarkvotu.
(Mynd 📸 Bjarni Árting Rubeksen)
Birita kom á Havnina í nátt. Birita er norska skipið Havfisk, sum smápartafelagið Gráastein hevur keypt til vinnuligar royndir og verkætlanir. Felagið hevur fingið kvotur av uppsjóvarfiski. Birgir Lútzen í Gráasteini var sjálvur skipari, tá Birita fór úr Ålesund til Føroya. Hann letur væl at skipinum.
Sjaskveður
Tá teir fóru úr Ålesundi, var vindmegin 35 m/sek. Og sjaskveður var allan vegin til Føroya.
Talan er eisini um eitt gott skip, sigur Birgir Lútzen. Hóast skipið er bygt í 2000, svarar skipið til eitt sjey-átta gamalt skip, tí norsku uppsjóvarskipini vera so lítið brúkt. Birita liggur nú í Havn. Birgir Lútzen vónar, at teir kunnu fara til fiskiskap í næstu viku.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments