FSN | Tala: Á yvirtøkudegnum av Lív
Updated: Sep 5, 2023
Hósdagur, 31. august 2023:
"Vælkomin øll somul. Eitt eftirlønarfelag skal hyggja langt fram í tíðina. Um ein limur hjá Samverk rindar sína fyrstu eftirløn til Føroya Lívstrygging, sum 15 ára gamal, so kemur viðkomandi limur at hava eitt tilknýtið til LÍV, líka til lívi endar. So um hesin limurin verður 98 ár, so hevur hann eitt tilknýtið til LÍV í 83 ár. Hettar er nakað í LÍV skal taka atlit til, tá tey gera íløgur til gagns fyri kundunum hjá LÍV. Sjálvt um LÍV skal hyggja langt fram í tíðina, vil eg byrja við at líta eitt sindur aftur í tíðina.
(Mynd 📸 Føroya Skipara og Navigatørfelag)
Í 2012 bjóðaði BankNordik fleiri fakfelagsumboðum til DK, at hyggja eftir tí Danska eftirlønarmarknaðinum. BankNordik var í einari tilgongd, at keypa Føroya Lívstrygging. Á hesum túrinum fall eg í prát við Henry Olsen, sála, frá Føroya Handverkarafelag. Vit prátaðu um, at ein ein privatur íleggjari hevur eitt endamál og tað er at skapa vinning til sínar eigarar, tað vil siga, at ein privatur íleggjari kemur at taka ein vinning úr Føroya Lívstrygging, at býta út til hesar privatu íleggjarar. Hettar kemur ikki at gagna kundunum hjá Føroya Lívstrygging, blivu vit samdur um. Hettar yvirskot eigur heldur at komi eftirlønarkundunum hjá Føroya Lívstrygging til góðar.
Við hesum sum útgangsstøði fóru Henry Olsen, sáli og eg í gongd við at kanna, um tað var áhugi millum onnur fakfeløg at keypa Føroya Lívstrygging. Tað vísti seg beinavegin, at áhugin var stórur. Fakfeløgini vildu jú sjálvandi, at mest møguligt yvirskot hjá Føroya Lívstrygging skuldi koma kundunum hjá LÍV til góðar. Síðan fóru vit til Jóhan Dahl, táverandi landstýrismann, og spurdu um vit, P/F Fakfelag, kundu koma við einum keypstilboði uppá Føroya Lívstrygging. Jóhan Dahl var sera jaligur yvirfyri hesum og tað skal hann hava stóra tøkk fyri. Hann arbeiddi hart fyri at henda keypstilgongd skuldi koma ígjøgnum.
Tað tók langa tíð, ja nógv ár. Har kom eitt lógtingsval og ein nýggjur landsstýrismaður kom, at hava ábyrdina av søluni. Poul Michelsen. Hann var eisni jaligur og góðar at samarbeiða við. Tað skal hann eisini hava eina stóra tøkk fyri. Poul Michelsen kom við uppskotinum um fíggingarleistin ið bleiv brúktur. Og tað er hesin fíggingarleistur, ið gjórdi tað gjørligt, at gjógnumføra hesa yvirtøku. 1. Sept. 2016 keypti P/F Fakfelag 2/3 av ½ av Føroya Lívstrygging og hettar keypi tá í 2016, viðførdi at Ognarfelagið LÍV fekk tilluta hina ½ av ognarlutinum av Føroya Lívstrygging.
Tað hevur gingið so væl hjá Føroya Lívstrygging, síðan vit keyptu okkara part av Føroya Lívstrygging, at vit nú standa her, 3 ár framanfyri okkara tíðarætlan, og gjógnumføra endaliga handilin, har P/F Fakfelag keypir rest kapitalin, ið landi enn eigur í Føroya Lívstrygging. Hettar kunna vit takka teimum dugnaligu starvsfólkunum og leiðsluna og nevndini hjá Føroya Lívstrygging fyri.
Tit hava uppiborðið eitt stórt herðaklapp. Takk fyri tit øll somul, fyri tykkara stóra arbeiði fyri kundunum hjá LÍV. Føroya Lívstrygging er í dag yvir 55 ár. Hon er í dag sunnari og sterkari enn hon nakrantíð hevur verði. Føroya Lívstrygging er væl brynja til framtíðina og tær avbjóðingar ið har kunna koma.
At enda vil eg vegna P/F Fakfelag ynskja tykkum á Føroya Lívstrygging góðan og blíðan byr. Nú er at halda áfam við tí góða arbeiðinum tit gera og arbeiða fyri at gera Føroya Lívstrygging til eina enn betur og sterkari fyritøku, til gagns fyri Føroyum og teimum fólkum í her búgva og virka.
Takk fyri."
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Føroya Skipara og Navigatørfelag
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag
Fylg LinkedIn #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag
Gott, so fáa bankarnir ordiliga kapping... Tað manglar í Føroyum
Gott stig 😃👍🏻