FSN | Sáttmálin millum FMR og FSN
Semjan byggjir uppá ein karm sum er 3,8%, 4,2% og 4,65%.
(Mynd 📸 fsn.fo)
Sí semjuna her:
Í kvøld mikukvøldið kl 20:00 undirskrivaðu partarnir FMR og FSN undir eina 3 ára semju um skipini hjá SSL og Havstovuni " Jákup Sverra"
Semjan byggjir uppá ein karm sum er 3,8%, 4,2% og 4,65%.
Semingsuppskot
Semja millum:
Føroya Skipara- og navigatørfelag
og
Fíggjarmálaráðið
Sáttmálaskeið
Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober í 2022 til 30. september í 2025.
Broytingar í sáttmálanum fyri Strandfaraskip Landsins
Hækkingar í løn og eftirløn:
· Lønin hækkar 3,80 % tann 1. oktober 2022
· Lønin hækkar 4,20 % tann 1. oktober 2023
· Lønin hækkar 4,65 % tann 1. oktober 2024
· Eftirlønin verður 14,75 % frá 1. oktober 2024
Broytingar í sáttmálanum eru galdandi frá 1. í mánaðinum, eftir at sáttmálin er undirskrivaður, við undantakið av teimum broytingum har gildiskoman er serstakt ásett.
Broytingar í sáttmálanum:
§ 3 Flokkan skipanna
Hesi skip verða strikað í flokkingini av skipunum:
Bólkur II: Hasfjord
Bólkur III: Spógvin
Bólkur ll A og skipið Erla Kongsdóttir skal setast inn í flokkingarnar.
§ 4. Lønir og flokking av størvum
Hesar broytingar vera gjørdar í § 4 og hava virkna frá 1. oktober 2024:
Skipari í bólki III verður løntur í lønarflokki 4
Yvirstýrimaður í bólki III verður løntur í lønarflokki 2
Fyrsti stýrimaður í bólki II verður løntur í lønarflokki 3
Annar stýrimaður í bólki II verður løntur í lønarflokki 2
Harumframt fær skipari í bólki I eina ikki eftirlønargevandi viðbót uppá kr. 2.000 um mánaðin, og skipari í bólki ll eina ikki eftirlønargevandi viðbót uppá kr. 1.000 um mánaðin.
Hesar viðmerkingar vera strikaðar úr sáttmálanum:
“Skiparin á Sildberanum endar á stigi 3 í lønarflokki 3.
Yvirstýrimaðurin á Sildberanum endar á stigi 7 í lønarflokki 1.”
§ 10. Fyribils tænasta í hægri starvi
Skipari/stýrimaður, sum eftir serligum boðum ella eftir frammanundan fastløgdum arbeiðslag fyribils røkja hægri størv, verða í hesum tíðarskeiði løntir við somu løn, sum teir høvdu fingið, um teir vóru settir í starvið, treytað av, at teir yvirtaka tær arbeiðsuppgávur, ið standast av hægra starvinum.
Tíðarskeiðið verður uppgjørt í tímum og útgoldið.
§ 11. Samsýning fyri undirvísing
Tímaløn fyri undirvísing verður hækkað úr kr. 300,- til kr. 400,-.
§ 14. Arbeiðstíð.
Stk. 1. Arbeiðstíðin verður løgd soleiðis, at arbeiðstíðin í 2 mánaðir ikki er omanfyri 2x197,2 tímar (197,2 = 45.5 x 52/12), og arbeiðstíðin í ein mánað ikki er omanfyri 250 tímar. Arbeitt verður eftir fastlagdari arbeiðsskipan, har meginreglan er, eitt tíðarskeið umborð og tilsvarandi tíðarskeið frí.
Í staðbundnari avtalu, gjørd millum reiðarí og felagið, kann verða vikið frá ásetingunum um, hvussu langt tíðarskeið, arbeiðstíðin verður gjørd upp fyri.
Stk. 2. Fyri tímaløntan avloysara verður arbeiðstíðin gjørd upp fyri hvønn mánaða, tó kann arbeiðstíðin í ein mánað ikki vera omanfyri 300 tímar.
Nýtt stk. 3. Fastur avloysari arbeiðir eftir arbeiðsætlan løgd fyri 3 mánaðir ísenn. Arbeiðstíðin kann verða ymisk frá mánaða til mánaða, tó kann arbeiðstíðin í ein mánað ikki vera omanfyri 300 tímar.
Fyri hvønn ársfjórðing verður arbeiðstíðin uppgjørd og møguligir meirtímar útgoldnir smb. §16 Arbeiðsnormurin fyri hvønn ársfjórðing roknast sum 2366/4=591,5 tímar. Um fastur avloysari fer úr starvið so verða írestandi tímar ikki mótroknaðir mánaðarlønini.
Stk. 8. Síðsti setningur í stk. 8 verður fluttur til nýtt stk. 6 í § 16, sí niðanfyri undir § 16.
Stk. 9. Tann, ið fevndur er av hesum sáttmála, skal til eina og hvørja tíð hava atgongd til sína arbeiðstíðarskráseting.
Tá starvsfólk, ið er fevnt av hesum sáttmála fer úr starvi, skal starvsfólkið fáa sína arbeiðstíðarskráseting fyri 3 teir seinastu mánaðarnar undan starvsenda.
§ 16. Meirarbeiði og avspáking
Tímalønin fyri meirarbeiði verður roknað soleiðis:
Ársløn á viðkomandi stigi/2366 x 1,50
Fyri frakttúrar sum viðføra meirtímar verður tímalønin roknað sum ársløn á viðkomandi stigi/2366 x 1,75. Verða hesir meirarbeiðstímar avspákaðir, verður hvør meirarbeiðstími roknaður sum 1,75 tími.
Um starvsfólk verða áløgd at taka meirbeiði í einum frítíðarskeiði í fastløgdu arbeiðsskipanini, verður fyri fyrstu 3 tímarnar veitt 50 % afturat tímalønini (ársløn á viðkomandi stigi/2366 x1,50). Fyri 4. og fylgjandi yvirtímar verður veitt 100 % afturat tímalønini (ársløn á viðkomandi stigi/2366 x 2,00)
Løn fyri meirarbeiði í frítíðarskeiðinum kann ongantíð verða minni enn 5 tímar.
Stk. 2, 3, 4 og 5 eru óbroytt.
Nýtt stk. 6. Tá Smyril fer í dokk, fylgir manningin skipinum og manningaskift verður ikki í dokkingartíðarskeiðnum.
Fyri arbeiði í frívikuni verður veitt 50 % afturat vikulønini fyri 91 tímar.
§ 18. Kostpeningur.
Kostpeningur hækkar til 200 kr. um dagin.
§ 21. Barnsferð.
Í stk. 5 verður orðingin broytt soleiðis:
Frá 14. viku eftir føðing kunnu foreldrini býta rættin til barsilsfarloyvi við løn ímillum sín. Hesar 10 vikurnar við løn kunnu liggja innan alt farloyvistíðarskeiðið tó eftir viku 14.
Hendan ásetingin fær gildi fyri børn fødd eftir 1. oktober 2024.
Broytingar í sáttmálanum fyri Jákup Sverra
Hækkingar í løn og eftirløn:
· Lønin hækkar 3,80 % tann 1. oktober 2022
· Lønin hækkar 4,20 % tann 1. oktober 2023
· Lønin hækkar 4,75 % tann 1. oktober 2024
Allar aðrar broytingar í sáttmálanum eru galdandi frá frá 1. í mánaðinum, eftir at sáttmálin er undirskrivaður.
Broytingar í sáttmálanum:
§ 1. Starvssetan og uppsøgn.
Hesin sáttmáli fevnir um skiparar og stýrimenn á ”Jákup Sverra”, sum verða løntir eftir hesum sáttmála.
§ 8. Fyribilstænasta í hægri starvi
Skiparar og stýrimenn, sum eftir serligum boðum ella eftir frammanundan fastløgdum arbeiðslagi, fyribils røkja hægri størv sambært § 3, verða í hesum tíðarskeiði løntir við somu løn, sum teir høvdu fingið, um teir vórðu settir í starvið, treytað av, at teir yvirtaka tær arbeiðsuppgávur, ið standast av hægra starvinum.
§ 11. Barnsferð.
Í stk. 5 verður orðingin broytt soleiðis:
Frá 14. viku eftir føðing kunnu foreldrini býta rættin til barsilsfarloyvi við løn ímillum sín. Hesar 10 vikurnar við løn kunnu liggja innan alt farloyvistíðarskeiðið tó eftir viku 14.
Hendan ásetingin fær gildi fyri børn fødd eftir 1. oktober 2024.
§ nýggj grein. Samsýning í samband við serligar uppgávur.
Í samband við serligar uppgávur, uttanfyri virkisøkið hjá Havstovuni, herundir kaðal, DP arbeiði og botnkanningar / Seismikk o.l, fær manningin 20 % av samsýningini fyri uppgávuna, sum verður býtt millum skipara og manning í mun til føstu lønir teirra.
Protokolat:
Partarnir ásanna at neyðugt er at viðgera og endurskoða flokking av skipinum.
Hetta arbeiðið skal verða liðugt innan 1. september 2024.
Eru partarnir samdir um eina broyting í flokkingini, verður broytingin sett í verk við virkna frá 1. september 2024.
Tórshavn, tann 20. juni 2024
Føroya Skipara- og navigatørfelag Fíggjarmálaráðið
Annfinnur Garðalíð Ruth Vang
formaður landsstýriskvinna
Martin í Grund Jan Mortensen
nevndarlimur stjóri á lønardeildini
Kristian Oskar Henriksen
nevndarlimur
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag
Fylg LinkedIn #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag
留言