FSN | Landsstýrið ætlar at 3. lands arbeiðarar skulu mannað Føroysku fiskivinnuna
Landsstýrið ætlar at 3. lands arbeiðarar skulu mannað Føroysku fiskivinnuna, og hesi fólk flyta sína inntøkur mest sum 100% av landinum,
(Mynd 📸 fsn.fo)
Tíðindafundur var í kjallaranum úti í Tinganesið seinnapart síðsta fríggjadag, har Skattaumskipanin 2024 – 2025 bleiv løgd fram fyri tíðindafólkum, Føroya Skipara -& Navigatørfelag luttók á fundinum eisini.
Eftir øll sitandi samgonga hevur lóggivið Sjúkrarøktarfrøðingarnar til arbeiðis, so má samgongan sleikja síni bløðandi sár við ymiskum snildum, men spurningurin er so, hvønn ætlar samgongan hetta skal raka?
Tað var væntandi at Sjó og fiskivinnan skal rinda gildið fyri lovaðu vallyftini, so sum skattalættar til nøkur og lønarlyft til nøkur útvald. Sjómannafrádrátturin sum kom fyri nógvum árðum síðani, kom grundað á, at nógvir Føroyingar rýmdu av landinum, tí eitt nú vóru treyturnar í t.d. Norra nógv betri enn Føroysku treyturnar.
Ein Norðmaður hevði tá ein botnfrádrátt uppá kr. 65000,- um árið. Hetta bleiv so broytt í Føroyum til 15% av 500.000 krónum. Men sum fráleið, bleiv hetta broytt til 14% av 470.000 krónum.
Nú ætlar samgongan at flyta fokus frá verkfallinum hjá Sjúkrarøktarfrøðingunum, sum sitandi samgonga hevur lóggivið til arbeiðis aftur, við at koma við einum skattalætta, Men hvør skal rinda?
Samgongan er samd um, at hetta skal vanligið sjómaðurin rinda, sjómannafrádrátturin skal koma niður á 14% av kr. 300.000. Hetta svarar til kr. 42.000 um árið. Samstundis sum tilfeingisgjøldini hækka, sum skiparar við manning eisini rinda bróðurpartin av, so samanum tikið, so skulu skiparar og manning missa og rinda í bæði borð.
Allsamt fleiri Føroyskir fiskimenn og fiskiskiparar, sum búgva í føroyum og sum starvast í útlandinum hava longu tikið støðuna, teir flyta av landinum.
Tað er undrunarvert at okkara fólkavaldu ikki megna at hugsa aðrar inntøkumøguleikar enn at skatta seg gjørnum vallyftini, heldur enn at framleiða seg ígjørnum lyftini.
Eitt sum er fakta, landið missur meiri fyri minni, fleiri flyta av landinum grunda á ógvusligu broytingarnar í sjómannaskattinum, ímeðan vit fáa allsamt fleiri 3. lands arbeiðarar at mannað arbeiðsplássini, og hesi fólk flyta sína inntøkur mest sum 100% av landinum, so samlaða keypiorkan sum skuldi verið í Føroyum, blivur burtur, hetta er ein fakta domino effekt, sum kemur at krevja enn meiri av okkum sum eftir eru.
Føroya Skipara-& Navigatørfelag heitir á Føroya Løgting / Landsstýrið, um vit skula varðveita tað føroysku vitanina innan føroyska fiskivinnu, so latið verða við at broyta skattaskipanina fyri føroyska fiskivinnuna, men seta frádráttin aftur á 15% av kr. 500.000
Vinarligast Annfinnur Garðalíð Formaður
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag
Fylg LinkedIn #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag
Comments