top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

FRAMHERJI | Keypt íslendska partaeigaran út

Føroysku partaeigararnir í Framherja hava keypt íslendska partaeigaran út, og samstundis keypa íslendingar tann føroyska partin í íslendska felagnum, Samherji hf.

Mynd 📸 VP.fo


- Partarnir hava havt eitt gott og mennandi samstarv síðani 1994, men í sambandi við ættarliðsskifti í bæði Framherja og Samherja er semja gjørd um, at føroyingar yvirtaka partabrøvini, sum íslendingar áttu í Framherja, og føroyingar avhenda sín part í Samherja.


- Harvið er føroyski ognarluturin í Samherja seldur, meðan føroyingar hava keypt øll partabrøvini, ið Samherji átti í Framherja, sigur Anfinn Olsen, stjóri í Framherja.


- Avtalan umfatar eisini avhending av íslendska ognarpartinum í P/f Faroe Origin. Tað merkir, at Framherji hevur keypt partabrøvini, sum Samherji átti í Faroe Origin, leggur hann afturat.


Framherji við dótturfeløgum eigur og rekur uppsjóvarskipini ”Fagraberg” og ”Høgaberg” (í løtuni ”Gamli Jupiter”), frystitrolaran ”Akraberg”, og frystilínuskipini ”Jógvan I” og ”Stapan”.


Skipini hjá Faroe Origin eru partrolararnir ”Stelkur”, ”Bakur”, ”Heykur” og ”Falkur”.

- Vit í Framherja vilja takka Samherja fyri gott samstarv, sigur stjórin í Framherja.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: VP.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page