TÍÐINDI | Frágreðing - Ammoniakk vinnur í 2050
Ammoniak fer at vera mest nýtta brennievnið í 2050. Tað spáar International Energy Agency (IEA) í frágreiðingini World Energy Outlook 2022. IEA spáar, at ammoniakk til ta tíð fer at svara fyri 45 pct. av brennievnum til skip.
(Mynd 📸 maritimedanmark.dk)
Aftrat ammoniakk, verða hydrogen og lívfrøðiorka tey mest eftirspurdu brennievnini og fara hvør í sær at fevna um 20 pct. av nýtsluni.
"Skip hava eina livitíð á 20-35 ár, og langa livitíðin ger, at torførari er at tilpassa nýggja tøkni, sum fremur lágt útlát. Hetta førir við sær, at olja framhaldandi fer at svara fyri gott og væl 15 pct. av eftirspurninginum av brennievnum til skip." stendur í frágreiðingini.
Battarínýtsla fer at hava ein minni leiklut, og fer at vera brúkt í minni skipum og ferjum til stuttar leiðir.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Maritimedanmark.dk
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments