top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

FRÁGREIÐING | FAS-skipanin er viðkvom fyri peningahvítting

Deildin fyri hvítting hjá ríkispolitinum sigur, at ábendingar eru um, at útlendsk feløg misbrúka fíggjarliga geiran í Føroyum at krógva pening.

(Mynd 📸 Jan Müller)


Ábendingar eru um, at útlendsk feløg misbrúka fíggjarliga geiran í Føroyum til at krógva pengar, sum møguliga stava frá brotsverkum.

Tað stendur í váðameting um hvítting, sum deildin fyri hvítting hjá ríkispolitinum hevur givið út.

Deildin heldur, at Føroyar eru serliga viðkvæmar fyri hvítting gjøgnum føroysku altjóða skipaskránna, FAS.

FAS-skipanin loyvir útlendskum feløgum at skráseta skip í Føroyum gjøgnum nýstovnað feløg, sum hava tilknýti til Føroya.

Skip koma ikki til Føroya

Skipini hava ikki fyri neyðini at koma til Føroya. Hetta merkir, sambært deildini fyri hvítting, at útlendsku feløgini kunnu flyta pening gjøgnum føroysk feløg, har tað kann vera torført at hava greiði á, hvaðani upprunin er.

Deildin fyri hvítting heldur eisini, at næstu árini økist møguleikin fyri, at Føroyar vera brúktar til at hvítta pening, sum stavar frá brotsverkum uttanlands.

Frágreiðingin vísir eisini á, at Skráseting Føroya hevur avmarkaða arbeiðsmegi til at hava eftirlit við feløgum í Føroyum.


Les alla frágreiðingina HER

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: KVF.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:


0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page