top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

FØROYSKA SJÓMANSMISSIÓNIN | Tarajoq, eitt serbygt skip


Hóast seinkað eitt ár, er skipið her nú og er serstakliga væl útgjørt, sigur Rúni Niclasen, sum er skipari á nýggja grønlendska havrannasóknarskipinum. Skipið liggur í løtuni í Føroyum, har smárbeiði skal gerast áðrenn kósin verður sett ímóti Grønlandi.

(Mynd 📸 Føroyska Sjómansmissiónin)


- Skipið er bygt í Spania og hevur verið ein tungur og drúgvur burður, sum er umleið eitt ár seinkað. Men nú er skipið her og er eitt serstakliga væl útgjørt og fjølbroytt skip, sum er bygt til endamálið. Tað sigur Rúni Niclasen, skipari, á nýggja grønlendska havrannsóknarskipinum, Tarajoq.

(Mynd 📸 Rúni Niclasen, skipari. Føroyska Sjómansmissiónin)


- Tarajoq er 61,4 metrar langur og 16,3 metrar breiður og er 2896 brutto tons. Motorurin er ein MAN, sum saman við ljósmotorinum gevur 3700 kw. á skrúvuna. Um teir velja bara at nýta elektro-diesel, t.v.s. senda streym frá ljósmotorinum inn á maskinútgerðina, fáa teir 1200 kw. á skrúvuna, sigur hann.


- Skipið er í hægsta ísklassa, hevur hita í bógnum og í øllum spølum og hydraulikslangum til kranarnar og til úthálararnar. Øll hini spælini og gilsarnir eru eldrivnir, og tí kann skipið arbeiða í nógvum kulda, sigur Rúni.


- Vit hava útgerð til at royna niður á 2200 metrar ella djypri, so tað verður áhugavert at royna, har ongin hevur roynt áður. Avbjóðingin er at fáa trolútgerð, som tolir trýstið har niðri, sigur hann.


- Skipið er serliga bygt til royndarfiskiskap eftir pelagiskum fiski, toski, svartkalva og rækjum. Tað hevur allarnýggjastu og bestu ekkolodd, astik og aðra útgerð, so vit ikki bara síggja, hvat rørir seg frá botninum á skipinum og niður á botn, men eisini hvat tilfar er í botninum, sigur hann.


- Stórur áhugi er fyri skipinum; eisini úr Kanada, sum skal leiga skipið til royndarfiskiskap umleið tveir mánaðir um árið. Áhugi er eisini aðrastaðni frá, men nú skulu vit fyrst fara í gongd við tað, vit skulu, so fáa vit at síggja, hvussu verður, sigur Rúni.


- Tað er Grønlands Naturinstitut, sum eigur og rekur skipið, sum ikki er eitt vinnuligt skip. Tað hevur onga last, men bara eitt lítið frystarí til kokk og manning. Vit fara at gera royndarfiskiskap og hava tíð og umstøður til tað; og harvið kanska finna nýggjar fiskileiðir. Fiskifrøðingar og aðrir serfrøðingar, sum vera við skipinum, fara at búgva fyri seg og hava ymiskar royndarstovur og aðra útgerð til teirra arbeiði.

- Vit rokna við, at skipið fer at vera í vinnu 10 -11 mánaðir árliga, og at 14 fólk manna skipið. Tvær manningar fara at hoyra til skipið, sum hevur 32 koyggjur, sigur Rúni Niclasen.


Ymisk smáarbeiði verða gjørd í Føroyum, og so skal ymiska útgerðin roynast her, áðrenn skipið setur kós móti Grønlandi í januar.

(Myndir 📸 Føroyska Sjómansmissiónin)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: FØROYSKA SJÓMANSMISSIÓNIN

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page