Føroysk innovatión til heimsmarknaðin
Updated: Apr 19
KJ hevur veitt eina slóðbrótandi streymverju til Hiddenfjord, sum hevur verði í menning í 4 ár.
(Myndir 📸 KJ Hydraulik)
Nú er møguligt at ala laks í Vestmannasundi takkað verði einari Føroyskari uppfinning.
Sambært Fishfarmingexpert hevur Hiddenfjord leingi ynskt at ala laks í Vestmannasundi, men streymurin hevur verði ov sterkur fyri tað virksemi.
Tann forðingin er nú ein farin tíð, við hjálp frá toyminum hjá Hiddenfjord og Øysteini Paturssyni frá ráðgevingarfyritøkuni RAO,
Streymverjan tók góð 4 ár at menna, og er tað KJ á Kambsdali, sum hevur framleitt sjálva streymverjuna.
Tey á KJ eru sera errin hesi slóðbrótandi verkætlan. KJ hevur umframt at framleiða streymverjuna, eisini veitt alirringarnar til aliøkið.
KJ sigur á víðari á teirra LinkedIN síðu:
- í skrivandi stund verður ein nýggj streymverja bygd, sum er væl størri enn tær, ið hava verið at sæð í Vestmannasundi. Streymverjur eru eitt stórt framstig fyri alivinnuna kring allan heimin, og vit eru errin at veita streymverjurnar til okkara kundar.
Hetta er eitt risa framstig, sum vit koma at hoyra nógv til í framtíðini.
(Myndir 📸 KJ Hydraulik)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KJ HYDRAULIK
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments