top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FØROYA SKIPARA- OG NAVIGATØRFELAG | Søk um stuðul frá Hjálpargrunninum fyri óarbeiðsførar fiskimenn

Writer's picture: Ólavur Í GeilÓlavur Í Geil

Umsóknin skal vera grunninum í hendi í seinasta lagi 10. desember 2024. 



Hjálpargrunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn er grunnur settur á stovn í 1938, við tí endamálið at veita sjófólki, ið eru vorðin óarbeiðsfør av sjúku ella skaða á sjónum stuðul. 


Virksemi grunsins hevur í øll hesi ár havt alstóran týdning fyri tey sjófólk og familjur teirra, ið á ein ella annan hátt hava havt henda stuðul fyri neyðuni. 


Grunnurin hevur eisini sum endamál, at veita stuðul til heilsuhjálpandi og fyribyrgandi átøk, sum felagsskapir skipa fyri. Og at veita fíggjarligan stuðul til eftirsitandi hjá sjófólki, umframt til arbeiðið ímóti tuberklum ella til annað sjúkufyribyrgjandi- ella sjúkulekjandi arbeiði í Føroyum.


At veita fíggjarligan stuðul til sjófólk, sum er vorðið óarbeiðsført av sjúku, og sum ikki kann fáa nøktandi fíggjarligan stuðul aðrastaðni.


Stuðulin úr Hjálpargrunninum verður veittur á hvørjum ári til jóla.


Umsóknin skal vera grunninum í hendi í seinasta lagi 10. desember 2024. 


Vitja hesa leinkju fyri at søkja um stuðul:


(Mynd 📸 fsn.fo) 

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: fsn.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Recent Posts

See All

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page