top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

FØROYA SKIPARA- OG NAVIGATØRFELAG | Ársaðalfundur

Ársaðalfundurin hjá Føroya Skipara-& Navigatørfelag bleiv hildin á Hotel Hilton tann 28. dec 2022 kl 10:00.

(Mynd 📸 FSN.FO)

Møttir vóru 63 limir, og nakað tað samað høvdu ført brævatkvøðu á skrivstovu felagsins. Tað má sigast, at áhugin fyri ársaðalfundinum er javnt góður. FSN hevði bjóða einum umboði fyri Pensjónsfelagið LÍV sum FSN er parteigari av, har greitt var frá eitt nú samlagstryggingini, sum felagið hevur við LÍV, her høvdu limirnir nógvar og áhugaverdar spurnigar til umboði frá LÍV. Sigast kann í stuttum, at tilvitanin um pensjóns og samlagstrygging kundi verði munandi betri.

Nevndarval er ein partur av Ársaðalfundinum. Tað stóðu 6 persónar fyri valið, og tríggir høvdu boða frá at teir tóku ikki við aftur valið, níggju persónar bjóaðu seg fram, og tá valið var liðugt, tá vóru tað fíra nýggir nevndarlimir valdir, sostatt fall ein av verandi nevndarlimunum á valinum.

Saman um tikið, so var hetta ein sera góður fundur.

Eftir Ársaðalfundin fór nevndin á nevndarfund, at skipað nevnd. Nevndin skipaði seg við Annfinnur Garðalíð sum formanni, og Elias Zachariassen sum 2. formanni.

Í næstum verður kallað inn til nevndarfund, har nevndin fer at umrøða samráðingarnar sum standa fyri durum. Talan er um nógvar samráðingar. FSN - FML " SSL - Jákup Sverri - Vørn" FSN - RFH " Farmavinnan og frálandavinnan ferðamannaskip" FSN - FR " Fiskiskip" FSN - KAF " Havnaumsjónarfólk og Havnafútar"

Føroya Skipara-& Navigatørfelag ynskir øllum Føroya fólki eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýttár.


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: FSN.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page