top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

FØROYA SKIPARA- OG NAVIGATØRFELAG | Ársaðalfundur

Ársaðalfundurin hjá Føroya Skipara -& Navigatørfelag verður mikudagin tann, 28. dec 2022 á Hotel Hilton Garden Inn. Byrja verður við innskriving - morgunmati kl 09:30

(Mynd 📸 FSN.FO)

Aðalfundarinnkalling

Kæri limur Aðalfundurin hjá Føroya Skipara-& Navigatørfelag verður hildin, mikudagin tann 28. Desember. Vit byrja við innskriving og morgunmati kl: 09:30 á Hilton Garden inn, Staravegur 13, Tórshavn. § 7 Aðalfundur 1. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki hjá FSN. 2. Atkvøðurætt hava bert limir, ið hava goldið limagjald fyri viðkomandi ár. Dagsskrá: A. Val av fundarstjóra B. Frásøgn frá formanninum um virki felagsins í farna ári C. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi D. Val av nevndarlimum E. Val av grannskoðara F. Ásetan av limagjaldi G. Støðutakan til innkomin mál H. Ymiskt Hesaferð standa 6 nevndarlimir fyri vali. Um tú ynskir at velja við brævatkvøðu til nevndarvalið, so kanst tú venda tær til skrivstovuna, senda meyl til fsn@fsn.fo ella ringja til +298 316973. Ein steðgur verður uml. kl. 12.00, tá atkvøðurnar frá nevndarvalinum verða taldar. Í døgurðasteðginum verður borðreitt við GÓÐUM ábiti. Føroya Skipara- & Navigatørfelag gleðir seg, at síggja teg á aðalfundinum. Nevndin og starvsfólk ynskja tær og tínum kæru, eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár og vit takka fyri stuðul og gott samanhald í 2022. P.S. Vit heita á teg, um at senda okkum tín teldupost bústað og fartelefon nummar til fsn@fsn.fo, so vit betri og skjótari kunnu samskifta og senda tær kunningarskriv. Annfinnur Garðalíð, formaður

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: FSN.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page