top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

FØROYA SKIPARA- OG NAVIGATØRFELAG | Aðalfundur

Aðalfundurin hjá Føroya Skipara-& Navigatørfelag verður hildin hósdagin 28. Desember.

(Mynd 📸 fsn.fo) 


Vit byrja við innskriving og morgunmati kl: 09:30 á Hilton Garden Inn, Staravegur 13, Tórshavn.


Vit fáa vitjan av Country sangaranum Magna Christiansen, hann syngur nøkur løg fyri okkum.


§ 7 Aðalfundur

1. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki hjá FSN.

2. Atkvøðurætt hava bert limir, ið hava goldið limagjald fyri viðkomandi ár 2023.


Dagsskrá:

A. Val av fundarstjóra

B. Frásøgn frá formanninum um virki felagsins í farna ári

C. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi

D. Val av nevndarlimum

E. Val av grannskoðara

F. Ásetan av limagjaldi

G. Støðutakan til innkomin mál

H. Ymiskt


Hesaferð standa 5 nevndarlimir fyri vali. Um tú ynskir at velja við brævatkvøðu til nevndarvalið, so kanst tú venda tær til skrivstovuna.


Ein steðgur verður uml. kl. 12:00, tá atkvøðurnar frá nevndarvalinum verða taldar. Í døgurðasteðginum verður borðreitt við GÓÐUM ábiti.


Føroya Skipara- & Navigatørfelag gleðir seg, at síggja teg á aðalfundinum. Nevndin og starvsfólk ynskja tær og tínum kæru, eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár og vit takka fyri stuðul og gott samanhald í 2023.


P.S. Vit heita á teg, um at senda okkum tín teldupost bústað og fartelefon nummar til fsn@fsn.fo, so vit betri og skjótari kunnu samskifta og senda tær kunningarskriv.


Annfinnur Garðalíð, formaður

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: fsn.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page