FOKUS INDUSTRY | Á SKEIÐ Í LITAVA
Fokus Industry umboðar Refra, ið hevur við hita- og køliskipanir at gera. Í tí sambandi hava tvey starvsfólk verið á skeið í Litava.
(Mynd 📸 MP Teknik)
- vit bjóða nú eina heildarveiting og trygd fyri, tú fært júst tað tygum tørvar, siga tey úr Foksu Industry.
Fokus Indusrty hevur síðan 2023 viðka um starvsfólkatoymi og tænastur og bjóðar m.a., heildarloysnir innan ventilatión- og inniklima, sensorar- og dátusavningar skipanir, køli/hitaskipanir, umframt stórkøkar.
- frá ráðlegging, til og við pumpan verður tendrað, eru vit við. Harumframt taka vit okkum av viðlíkahaldi og øðrum tænastum, sigur tey víðari.
Fokus Service var stovnað í 1980’unum. Tað vóru Christer Jacobsen og aðrir, ið yvirtóku radio- og hvítvøru verkstaðin frá Marsten P/F. Fyritøkan helt tá til á Hálsi í Tórshavn.
Tá kreppan kom fyrst í 1990’unum, tóku Katrin og Christer Jacobsen hvítvøru partin úr Fokus Service, sum síðani bleiv til Fokus Industry. Katrin Jacobsen varð stjóri í felagnum frá byrjan til hon doyr í 2017.
Felagið arbeiðir hesa tíðina við service av stórkøkum, industrimaskinum og útluftingsskipanir
MP Teknik Spf. keypir meirilutan av felagnum í mai 2021.
Fokus Industry Sp/f heldur til á Grønlandsvegi 31 í Havn
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Fokus Industry
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Tíðindi ##FokusIndustry
Comments