top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

FISKIVINNUTING Í KLAKSVÍK

Mikudagin komandi – 16. august – verður árliga Fiskivinnutingið í Klaksvík í sambandi við Sjómanna­dagin

(Mynd 📸 Fiskimannafelag.fo)


Fiskivinnutingið, sum verður fyriskipað av Føroya Fiskimannafelag, verður á Skúlatrøð og byrjar kl. 18.30. Høvuðsevnið á fundinum er orðað sum ein spurningur: Ber til at virðisøkja fiskatil­feingið meira, enn gjørt verður í løt­uni, og hvørjar avbjóðingar eru í hesum sambandi? Lagt verður upp til, at evnið skal viðgerast við atliti at tveimum ymiskum produkt-sporum:

  • Eru ótroyttir møguleikar fyri virðisøking av fiskatilfeinginum, tá ið tað kemur til matvørur úr fiski (fiskur í dósum og aðrar liðugtvørur, nýggjar tøkniligar viðgerðir av rávøruni osfr.)?

  • Hvørjir eru møguleikarnir fyri virðisøking av fiskatilfeinginum við øðrvísi produktum, tvs. vør­um úr fiski, grundaðar á biotøkni o.l. (kend dømi: plástur úr skræðu, lýsi o.l., tablettir)?

Tríggjar framløgur vera:

  • Sigurjón Árason, yvirverkfrøðingur á Matís og professari á Háskóla Íslands: Virðisøking – royndirnar í Íslandi

  • Fróði Magnussen, formaður í búskaparráðnum: Virðisøking og fjøltáttan av búskapinum í samfel­ags­búskap­ar­ligum høpi – fyrimunir, møguleikar og avbjóðingar

  • Ben Arabo, stjóri í Framtaki: Fígging av nýggjum/innovativum framleiðslum

Pallborðsorðaskifti Pallborðið verður mannað við umboðum fyri politisku flokkarnar á tingi. Hvørt umboðið fær fimm min­utt­ir til at seta fram tær visiónir og ætlanir, ið flokkur teirra hev­ur á økin­um. Fólkaflokkurin: Árni Skaale Sambandsflokkurin: Johan Dahl Javnaðarflokkurin: Uni Holm Johannesen Tjóðveldi: Dennis Holm Framsókn: Árni M. Dam Miðflokkurin: Steffan Klein Poulsen Eftir inn­­leiðandi um­farið verður orðaskifti

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Fiskimannafelag.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

コメント


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page