FISKIVINNUMÁL | Ráðførir seg við uttanlandsnevndina um makrelin
Sannlíkt fer landsstýrismaðurin á fundinum í morgin at kunna uttanlandsnevndina um, hvussu nógvan makrel, hann ætlar Føroyum í ár
Einki røkist fyri, at strandarlondini semjast um, hvussu makrelur, svartkjaftur og sild skal býtast millum londini. (Mynd 📸 kvf.fo)
Í morgin fer uttanlandsnevndin hjá løgtinginum ráðføra seg við landsstýrismannin í fiskivinnumálum.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur biðið um ráðførslu um makrel.
Slíkar ráðførslur eru í trúnaði.
Einki røkist fyri, at strandarlondini semjast um, hvussu makrelur, svartkjaftur og sild skal býtast millum londini.
Hálvan mai var fundur um makrelin.
65.000 tons fyribils
Strandarlondini eru Føroyar, Grønland, Ísland, Bretland, Noreg, Russland og ES.
27. mai hevði Dennis Holm ráðførslu við uttanlandsnevndina um strandarlandasamráðingarnar.
Sannlíkt fer landsstýrismaðurin á fundinum í morgin at kunna uttanlandsnevndina um, hvussu nógvan makrel, hann ætlar Føroyum í ár.
Í kunngerð 8. februar er føroyska makrelkvotan í ár 65.000 tons.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF.fo
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Fiskimálaráðið #FiskivinnuogSamferðslumálaráðið #Fiskivinnumálaráðið #Sjóvinna #Fiskivinna
Fylg LinkedIn #'s:
Comments