FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ | Ráðstevna um virðisvøkstur í fiskivinnuni
Updated: Mar 22, 2023
Landsstýrið hevur sett sær fyri at tryggja størri virðisvøkstur í fiskivinnuni við at eggja vinnuni at nýskapa, virðisøkja og meirvirka tilfeingið.

(Mynd 📸 Fiskur.fo)
Sum liður í hesi tilgongd skipar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið fyri ráðstevnu um virðisvøkstur í fiskivinnuni á Hotel Føroyum hin 19. apríl 2023.
Gestarøðarar vera tveir granskarar, sum hava drúgvar royndir við virðisøking í fiskivinnuni. Annar fyrilestrarhaldarin er Margareth Kjerstad úr Noregi, sum er granskingarleiðari á C Food Norway - ein fyritøka, ið framleiðir hágóðskuvørur burtur úr hjávørum, so sum høvd, bein og innvøli. Hin fyrilestrarhaldarin verður eitt umboð frá Matís í Íslandi, sum eisini hevur arbeitt innan hetta virkisøkið í mong ár.
Melda teg til ráðstevnuna her:
Eftir fyrilestrarnar frá gestarøðarunum verða framløgur frá umboðum úr føroysku fiskivinnuni, sum hava gjørt sær royndir innan økið. Hesar framløgur fara serliga at leggja dent á møguleikar, forðingar og hvat krevst fyri at menna hjávørur (høvd, innvøl o.a.) úr botnfiskiskapinum til hávirðisvørur, og at virðisøkja uppsjóvartilfeingið í størri mun enn gjørt verður í dag.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Fiskur.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments