FISKIMÁLARÁÐIÐ | Taka støðu til russlandssáttmálan í næstu viku
Fiskiveiðuavtalan við Russland er galdandi eitt ár í senn, og tann 31. desember fer hon úr gildi

Nýggi trolarin hjá JFK, Gadus, kemur væntandi til Klaksvíkar sunnudagin. Men enn er ógreitt, um landsstýrið fer at gera sáttmála við Russland næsta ár.
Avgerðin um landsstýrið fer til samráðingar við russar um eina nýggja fiskiveiðuavtalu fyri næsta ár hevur drigið út, men nú er ein avgerð á gáttini. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Fiskiveiðuavtalan við Russland er galdandi eitt ár í senn, og tann 31. desember fer hon úr gildi. Stóri spurningurin er, um Føroyar fara at bjóða Russlandi til samráðingarborðið aftur í ár. Fyri løgtingsvalið í fjør vóru núverandi samgonguflokkar samdir um, at neyðugt var at slíta samstarvið við Russland, í kjalarvørrinum av russisku innrásini í Ukraina.
Kortini hevur tað drigið út hjá samgonguflokkunum at taka eina endaliga avgerð, men í farna mánaði segði Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at føroyingar mugu vera fyrireikaðir uppá, at fiskiveiðusamráðingarnar við Russland ikki bera á mál.
Tá vildi hann tó ikki siga, um ætlanin var at fara til samráðingar við russar.
Fiskiveiðusamstarvið við Russland er eitt tað elsta fiskiveiðusamstarvið, sum Føroyar hava við eitt annað land.
(Myndir 📸 KVF.fo)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comentários