FISKAALING | Samlaða talið av avlúsingum lítið tengt at lúsamarkvirðinum
Tróndur Kragesteen, granskari á Fiskaaling, hevur útgivið nýggja vísindagrein í viðurkenda tíðarritinum Aquaculture. Greinin, ið hevur heitið “Salmon lice dispersal and population model for management strategy evaluation”, viðgerð grundleggjandi mekanismur handan lúsatrupulleikan í alibrúkum. Tróndur fer at greiða frá kanningararbeiðnum fríggjadagin 22. september, kl. 9:20 tá ið Vísindavøka er í Sjóvinnuhúsinum í Havn.
(Mynd 📸 Fiskaaling.fo)
Lúsin er ein avbjóðing í føroysku alivinnuni, og bæði í vinnu og gransking verður nógv orka løgd í arbeiðið at tálma lúsini. Avbjóðingin kann gerast minni, um vit fáa meira vitan um hvussu lúsastovnar í ávísum aliøkjum uppføra seg.
Tróndur Kragesteen og Tróndur T. Johannesen, sum báðir eru granskarar á Fiskaaling, hava ment eitt modell, hvørs endamál er modellera vøkstur av lúsamongd á aliøkjum. Modellið, ið eisini tekur hædd fyri hita og smittu ímillum alibrúk, varð roynt í einum norskum fjørði.
Kanningararbeiðið vísti, at framrokningarnar í modellinum passaðu væl, men at tað var trupult at endurskapa dynamikkin á einstøkum aliøkjum. Í stuttum kann lúsadynamikkur á einum aliøki kann deilast upp í tveir partar. Egin smitta og uttanífrá smitta.
Um tú bert minkar lúsamarkvirðið og onki annað broytist, er tørvur á fleiri viðgerðum fyri at halda markvirðið. Men um allir alarar halda seg til eitt lægri lúsamarkvirðið, lækkar uttanífrá smittan tilsvarandi. Niðurstøðan í greinini er, at samlaða talið av avlúsingum veksur ikki við at lækka lúsamarkvirðið.
Umframt Tróndur Kragesteen, sum er høvuðsrithøvundur, hava Tróndur T. Johannesen, Fiskaaling, Anne Sandvik, Havforskningsinstituttet, Ken H. Andersen, VKR Centre for Ocean Life og Askeland Johnsen, Havforskningsinstituttet, skrivað greinina.
Tað er Fiskaaling, Granskingarráðið og Havforskningsinstituttið, sum hava fíggjað verkætlanina.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Fiskaaling
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Kommentare