FISKAALING | Avbjóðandi aliumstøðurnar í Føroyum vekja ans uttanlands
Føroyska laksaalingin er rættiliga ábær fyri vindi, veðri, streymi og aldu. Hetta setur serlig krøv til útgerð og er avbjóðandi fyri laksa-vøkstur og -vælferð umframt arbeiðshættir.
Umhvørvisatlit, lúsasmitta og tað, at vinnan er í stórum vøkstri hava við sær at alingin í øðrum londum breiðir seg longur burtur frá landi, og tí er vitan úr Føroyum sera áhugaverd.

(Mynd📸 Ólavur Frederiksen, 2020)
Fiskaaling hevur verið partur av norska granskingarsamtakinum EXPOSED, ið hevði til endamáls at menna vitan og tøkni, so at aling á ábærum økjum kann vera harðfør, trygg og munagóð. Íkastið hjá Fiskaaling var post-doc verkætlanin Salmon and the Surf, sum í samstarvi við RAO, Setrið og Hiddenfjord kannaði, hvussu alilaksur ber seg at og trívist í streymi og aldu.
Niðurstøðan var, at laksurin er meira ávirkaður av streymi enn aldu, tó at hann bæði søkir niður frá alduni og inn frá nótini, tá aldan er høg. Í streymi legst laksurin fyri tað mesta at andøva ímóti streyminum, har hann hevur ymisk onnur atferðarmynstur enn tá ongin streymur og ongin alda er.
Fiskaaling hevur í nógv ár eisini kannað streym og alduviðurskiftini á føroysku firðunum og í løtuni er ein PhD verkætlan, ið kannar aldugjørt rák á Sandsvág, í samstarvi við við Mowi Faroes og Setrið.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Fiskaaling
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments