FISHFACTS | Sóknast eftir føroyingum at fiska plast millum Hawaii og San Francisco
Føroyska fyritøkan Fishfacts hevur fingið til uppgávu at finna 2-3 persónar til verkætlanina, Ocean Cleanup Project, ið hevur til endamáls at fiska plast í sonevnda “the Great Pacific Garbage Patch”, sum er økið millum Hawaii og San Francisco.
Talan er um rímiliga eksotiskar arbeiðsumstøður, har tú ert 6 vikur heima og 6 vikur úti, umframt 5-6 dagar transit hvønn vegin, sigur Hanus Samró frá Fishfacts.
- Sjálvt um tað verður siglt úr Victoria, British Colombia, Kanada, skal tú ikki stúra fyri kulda og frostsárum, men heldur minnast til at pakka kuffertið við sólkremi og brillum, soleiðis at tú kanst verja teg móti sólstingum, verður sagt.
Í fyrstu atløgu verður arbeiðið avmarkað til august 2022, men tað verður mest sannlíkt longt til desember 2022. Fyri at søkja skalt tú hava royndir við fiskiskip, royndir við troli og at duga at bøta trol.
Umsókn og lívsrensl, sum skulu vera á enskum kann sendast til hs@fishfacts.fo
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Portal .fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments