top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

FIRUM | Verkætlanin um hvalspýggju góða byrjan

Updated: Oct 4

Í august mánaði varð loyst frá landi við GLOBECC verkætlan um hvalspýggjur í føroyskum sjógvi. Tað er Dr. Amanda Vang, deildarleiðari á Firum, sum stendur á odda fyri hesi verkætlan.

Toymið vitjar Ian Salter frá Havstovuni umborð á Jákupi Sverra fyri at hava hugarok, brainstorm, um, hvussu man á møguligar og hugsandi mátar kann savna saman hvalspýggjur úr køldum og heitum havstreymum.


Í Noreg og Skotlandi hevur alivinnan avbjóðingar av smáu hvalspýggjunum. Tá hitin í sjónum er til vildar, blóma hesar hvalspýggjurnar í so stórar mongdir, at tað er til stóran ampa fyri alifisk, sum jú ikki fær flutt seg undan. Hvalspýggjurnar brenna sár á skræðu og táknur, og tað plágar fiskin illa.


GLOBECC er í ferð við at byggja upp eitt sterkt netverk av norskum granskingarbólkum og granskingarverkætlanum.

Herfyri vóru tveir serfrøðingar, við serkunnleika í ávikavist at eyðmerkja hvalspýggju við mikroskopi og arvafrøðiligum kanningum, her í Føroyum í eina viku. Endamálið var uppbyggja sterkt samstarv millum føroyskar og norskar granskingarstovnar.


Fremsti spurningur er at vita, um apolemia kann gerast sami trupulleiki her í Føroyum, sum hon er vorðin í Noreg.


Luis Martell frá University Museum of Bergen heldur skeið fyri GLOBECC um eyðmerking av hvalspýggju.


Toymið møttist við starvsfólk á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum komu til GLOBECC við sínum serkunnleika í arvafrøði. Tey vilja nú brúka nýggjar hættir at kanna DNA frá føroyskum hvalspýggjum fyri at finna fram til, um talan er um sama slagið, sum hevur elvt til trupulleikar í alivinnuni í Noreg.


Havstreymarnir binda saman londini bæði, Noreg og Føroyar. Tí skulu vit arbeiða saman um og finna fram til, um og hvussu skaðiligu hvalspýggjurnar flytast frá heitu høvunum í suðri til kalda farvatnið uppi í arktis. Havstovan leiðir eina GLOBECC verkætlan um flytingar í havinum og savnar í hesum sambandi saman hvalspýggjur á túrum hjá Jákupi Sverra.


Hetta var fyrsta í eini røð av samlingum. Eitt sokallað ”kick-off”. Í vár koma granskararnir aftur til Føroya at arbeiða víðari við evninum. Í løtuni verða nógv sýni tikin, og nógvar dátur savnaðar saman. Síðani skal tilfarið arbeiðast ígjøgnum, áðrenn niðurstøður verða gjørdar. Ætlandi verður verkætlanin liðug í 2026.


Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráðnum og við samstarvsstuðli. Ein síðuvinningur er, at umframt fleiri útlendskar samstarvsfelagar eru tað fleiri luttakarar úr Føroyum, sum arbeiða saman um verkætlanina.


Aino Hosia frá University Museum of Bergen, og Amanda Vang úr Firum arbeiða saman um at greina hvalspýggjur, sum eru savnaðar saman í samband við GLOBECC ”kick off” treffið.


Verkætlanarsamstarvsfelagar:

Føroyar

Firum - Verkætlanarleiðari. Amanda Vang, Eirikur Danielsen

Havstovan - Ian Salter

Heilsufrøðiliga Starvsstovan - Debes H. Christiansen, Maria Marjunardóttir Dahl, Petra Petersen

Sjósavnið - Heini Hátún

Bakkafrost - Jógvan Johansen

Noreg

Universitetsmuseet i Bergen - Luis Martell, Aino Hosia

Havforskningsintituttet - Tone Falkenhaug

Skotland

Bakkafrost - Kimberly McKinnell



(Myndir 📸 Firum)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: Firum

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page