FIRUM | Úrslitini frá Sjósílaverkætlanini 2024
Í 2018 varð Sjósílaverkætlanin sett í gongd fyri at kanna møguliga ávirkan av alivinnuni á sjósílastovnin. Høvuðsendamálini eru at kanna, nær smolt fara á sjógv, og hvussu tey trívast á sjónum, serliga við atliti til lús.

Náttarmynd av garnafiskarínum í Funningsfirði (Mynd 📸 Firum)
Alivinnan er sambært lóg skyldug at halda lúsatølini lág í mai, juni og juli fyri at verja sílasmolt, og verkætlanin skal meta um, hvørt hetta samsvarar við føroyska sjósílið.
Til kanningarnar hava ymiskar mannagongdir verið royndar, m.a. ein fella í Sandá (2019-2022) og frá 2023 merking av sílum og ein antennuskipan. Harumframt hava sílafiskarar hjálpt við at innsenda roðslu, og hevur Firum veitt 50 síl við gørnum árliga. Í 2024 minkaði talið av innsendum roðslum tó munandi.
Úrslitini vísa, at flestu síl fara á sjógv í mai-juni, og at ferðingin er ávirkað av hita og avfalli. Síl við flest lús eru skrásett um summarið, tá ið lítið avfall ger tað torført hjá teimum at lúsa seg av í feskvatni.
Kanningarnar vísa, at síl nærhendis aling hava fleiri lús enn síl, ið liva longri burtur frá alibrúkum. Í 2024 varð mett, at knapt 16% av sílum nærhendis aling høvdu so mikið av lús, at teirra møguleiki fyri at yvirliva var lítil.
Verkætlanin heldur væntandi fram í 2025.
Øll frágreiðingin frá Sjósílaverkætlanini 2024 kann lesast her
Frágreiðingin er á enskum, men byrjar við einum føroyskum samandrátti.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Firum
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Yorumlar