FAS | Fleiri føroysk skip í FAS
Updated: 3 hours ago
Hetta gevur grundarlag og setur krøv til at menna førleikar, og tað er tí altavgerandi, at føroyska útbúgvingarskipanin fylgir við og setur á stovn útbúgvingar til shipping-vinnu, sigur Hans Johannes.

(Mynd 📸 Sjóvinnustýrið)
Føroysk reiðarí eiga størri og størri part av skipunum, sum eru skrásett í FAS. Tað vísa hagtøl hjá Sjóvinnustýrinum.
Fyri fáum árum síðani vóru tað serliga svensk og norsk reiðarí, ið myndaðu meginpartin av skipunum í FAS.
FAS var upprunaliga sett á stovn, fyri at føroysk skip ikki skuldu noyðast at skráseta seg uttanlands. Hetta vóru tað fleiri reiðarí, sum gangnýttu. Tað er gleðiligt at staðfesta, at Føroyska Altjóða Skipaskrásetingin er somikið vælvirkandi og kappingarfør, at reiðaríini velja at skráseta síni skip í henni.
Í talvunum niðanfyri sæst, at føroyski parturin er øktur frá 30% í 2017 til 47% í 2025.
Skip, sum verða skrásett í FAS, eru altíð føroysk á tann hátt, at tað er eitt føroyskt
partafelag, sum eigur skipið. Hetta er ásett í FAS-lógini. Men í hesum samanhangi tosa vit um reiðarí, sum upprunaliga eru stovnað í Føroyum (rættindahavi / benificial owner).
Vaksandi føroyski FAS-flotin kann verða spírin til eina vaksandi shipping-vinnu í Føroyum. Føroyar fáa enn eitt bein at standa á og mótstøðuførið hjá føroyska búskapinum gerst størri. Hetta heldur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum.
Vit síggja, at fleiri av okkara reiðaríum klára seg framúr væl á altjóða pallinum. Og avleidda virksemið á landi krevur fleiri og fleiri fólk á skrivstovunum. Sambært frágreiðing frá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip (RFH), skapa FAS-reiðarí nógv arbeiðspláss í Føroyum. Kanning frá RFH vísir, at í januar 2024 arbeiddu 1.350 sjófólk hjá reiðaríum í RFH, og 266 starvsfólk arbeiddu á landi.
Hetta gevur grundarlag og setur krøv til at menna førleikar, og tað er tí altavgerandi, at føroyska útbúgvingarskipanin fylgir við og setur á stovn útbúgvingar til shipping-vinnu, sigur Hans Johannes.
Í 2022 var útflutningsvirðið hjá handilsflotanum 1,13 mia. kr. sambært RFH. Hetta svarar til 38% av samlaða útflutninginum av tænastum. Honum á baki kemur ferðavinnan við einum útflutningsvirði uppá 900 mió. kr. í 2022. Shipping-vinnan er tí ein rættuliga týdningarmikil partur av føroyska búskapinum. Harafturat er shipping-vinnan ikki einans tengd at samfelagsgongdini í Føroyum, men heldur at gongdini í heimsbúskapinum.

(Mynd / skríggjamynd 📸
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjóvinnustýrið
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments