top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Faroe Ship | SØKIR EFTIR SHIPPING-LÆRLINGI AT BYRJA 1. MARS ELLA SKJÓTAST TIL BER. 

Writer's picture: Eva AndrésenEva Andrésen

Faroe Ship leitar eftir einum shipping-lærlingi til kundatænastuna – ein gyltur møguleiki til tín, ið hevur áhuga fyri flutningi, logistikki og tænastu.


Vit bjóða tær eitt spennandi og áhugavert lærupláss við áhaldandi menning og støðugum broytingum, ein sterkan felagsskap í einum óformligum og gevandi umhvørvi, og vit leggja dent á eitt gott og virkið samskifti.  


Góð og skjót tænasta er okkara grundarsteinur. 


Lærlingarnir verður knýttur at okkara kundatænastu, sum tekur sær av allari handfaring av flutningsskjølum, skráseting av góðsi, tolling og flutningssamskipan. 


Kundatænastan arbeiðir tætt saman við útflutnings- og innflutningsdeildunum, sum taka sær av sølu og logistikki í sambandi við inn- og útflutning av góðsi.


Lærutíðin er 2 ár og skúlagongdin, sum er í Danmark, er 8-10 vikur.


Førleikar


Vit leita eftir umsøkjarum, sum hava í minsta lagi prógv á miðnámsstøði. 


Vit vænta av tær, at tú:

•    hevur eina skipaða tilgongd til arbeiðið og eyga fyri smálutum;

•    ert forvitin av lyndi 

•    hevur støðugan hug til, at tingini verða gjørd betri og einfaldari

•    megnar at hugsavna teg um fleiri ting í senn

;•    hevur nærlagni og bindindi til at skráseta og góðskutryggja

;•    leggur dent á gott samstarv og dámar væl at tingini verða avgreidd

;•    trívist í einum toymi, men at tú eisini hugsar sjálvstøðugt; og 

•    hevur góðar samskiftisførleikar á føroyskum og enskum •    hevur góðar telduførleikar


Umsókn og setanarviðurskifti


Starvið verður sett skjótast til ber við byrjan 1. mars 2025. Lønin er sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk. 


Umsóknir saman við lívsrensli og prógvum skulu sendast til jobs@faroeship.fo í seinasta lagi 1. februar 2025. 


Nærri fæst at vita um størvini frá Esther Dahl, HR-leiðara, á telefon 549054 ella á teldupost esda@faroeship.fo  


Um Faroe Ship

Faroe Ship varð sett á stovn í 1919, og eru vit ein av fremstu shipping- og flutningsfyritøkunum í Føroyum.


Vit hava deildir í Klaksvík, á Tvøroyri og Tórshavn, har høvuðsskrivstovan er.


Um 100 starvsfólk eru knýtt at Faroe Ship. 


Faroe Ship er partur av altjóða flutningsfyritøkuni Eimskip, og vit eru sostatt partur av eini flutningsneti við uml. 60 deildum í á leið 20 londum, umframt at vit eru einaumboð fyri MAERSK í Føroyum.


(Mynd 📸 Faroe Ship)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Faroe Ship

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Recent Posts

See All

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page